Tórshavnar kommuna: Hósdagin kemur uppskot fyri á býráðsfundinum um at fara undir fleiri ábøtur við Myllutjørn, sum umfata asfaltering, gøtur, vegamerking, ferðslutrygd og liðugtgerð av skráum.
Eigarafelagið við Myllutjørn hevur víst á fleiri manglar og hevur gjørt ein lista yvir ítøkilig mál. Øll hesi mál kunnu ikki loysast í ár, men farast kann undir nøkur av arbeiðunum.
Fíggjarnevndin hevur játtað 600 túsund til dagføringar, sum umfata brandveg, vegamerking og ferðslutrygd.
Málið kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo