Aðalfundur felagsins verður hildin á Hilton Garden Inn, Staravegur 13, Tórshavn, leygardagin tann 27. desember 2025 kl. 09.00.
Byrjað verður við innskriving og morgunmati.
Dagsská sambært lóg felagsins:
-
Val av fundarstjóra
-
Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári
-
Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
-
Val av nevndarlimum
-
Val av grannskoðara
-
Ásetan av limagjaldi
-
Støðutakan til innkomin mál
- Ymiskt
Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tu venda tær til skrivstovuna á fsn(at)fsn.fo ella ringja til tlf.nr. 316973.
Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár.
Aftaná aðalfundin verður nevndarfundur.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



