Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summarfestivalurin: Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik, og í august skulu teir framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.

Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli, tá ið teir skulu hava konsert á Summar Festivalinum.

Adrenaline hevur útgivið fleiri væl umtóktar sangir – eitt nú "Bjarta", "Spillikassin" og "DNA". Teir hava eisini havt framførslur kring landið og hava seinasta árið fingið alt størri undirtøku. Sangirnir fanga, og framførslurnar eru framfýsnar og undirhaldandi.

Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (sang og gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo