Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Klaksvíkin hevur av sonnum givið føroyingum eina rúgvu av góðum tónleikarum og tónleikaupplivingum. Og tað tykist at halda áfram. Ungu garparnir úr bólkinum Adrenaline eru á veg fram og eru teir ein spennandi bólkur, ið vit gleða okkum at hoyra á Tórsfest. 

Adrenaline er rokkbólkur frá Klaksvík ið er mannaður av Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur). Á pallinum eru teir bæði lívligir, festligir og undirhaldandi og kunnu vit vænta eina orkumikla konsert, tá hesir koma at rokka Havnargøtur. 

Bólkurin hevur longu útgivið fleiri løg og spælt konsertir kring landið. Eisini hava teir luttikið í tónleikakappingunum Sement og Stella Polaris. 

Vit gleða okkum at hoyra teir á Tórsfest 2024 ið verður 26.juli. 

Tórsfest 2024 í samstarvi við Føroya Tele, SMS, Hvonn, Redbull, Wenzel, Oy, Burgerking, Betri, Effo, Atlantic Airways og Hoyrnin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo