Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-045/2022 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Skúvoy og farm.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir túrar verða gjørdir til Skúvoyar við og eftir tungum farmi, sum Sildberin ikki megnar at flyta, um árið?

2. Hvørji skip hjá SSL røkja (tungu) farmatúrarnar til Skúvoynna?

3. Hevur SSL skipakapasitet til at økja um farmatúrarnar til Skúvoynna?

4. Hvat er kostnaðurin fyri at røkja verandi farmatúrar?

5. Hvat er eyka kostnaðurin av at tryggja Skúvoyingum ein farmatúr um mánaðin við tilkalling?

6. Hvat er eyka kostnaðurin av at tvífalda farmatúrarnar?

7. Fer tað at broyta fortreytirnar fyri farmi og sigling annars til Skúvoyar at Sandoyartunnilin letur upp?

Svar til spurning 1
Fyrst er at siga, at Sildberin tekur allan farm til Skúvoynna, sum ikki vigar meira enn umleið 800 kg. fyri hvørt kolli. Stórur partur av farminum til útoyggj kann pakkast í eindir, sum viga minni enn 800 kg.

Sambært reglugerð um útjavningarstuðul til útjaðaraøkið frá 7. februar 2006, sum broytt 26. mai 2016, verða farmatúrar, sum eru umbidnir av fastbúgvandi á útoyggj, goldnir av útjavningarstuðlinum, so langt játtanin røkkur.

Farmatúrar, við og eftir tungum farmi til Skúvoyar og aðrar útoyggjar, verða sigldir eftir tørvi.

Mannagongdin er tann, at íbúgvar seta seg í samband við Strandfaraskip landsins og biðja um serflutning til útoyggj (farmatúr við tungum farmi). Standferðslan lýsir síðan alment, at farmatúrur verður sigldur, fyri at sleppa undan at gera fleiri túrar enn neyðugt. Farmur verður savnaður í nærmasta pakkhúsi og tikin umborð á skipið og sigldur til útoyggj.

Í miðal er 1 farmatúrur til Skúvoyar um árið.

Svar til spurning 2
Sam hevur siglt fleiri farmatúrar til Skúvoyar, og Ritan hevur siglt ein einstakan túr. Tað er slagið av farmi, ið ger av, hvat skip verður brúkt til at avgreiða farmatúrin. Eru tað akfør ella smærri tólbúnaður, ið skulu flytast, er tað aloftast Sam, ið ger túrin. Er talan um byggitilfar, sand, skerv í tungum sekkjum, ið mugu koyrast í land, er tað Sam, ið ger túrin.

Hinvegin, er talan um tilfar, ið kann hivast í land, hevur Strandferðslan undanfarin ár samstarvað við privata fyritøku um at taka sær av uppgávuni.

Privatar fyritøkur kunnu eisini leiga skip hjá Strandferðsluni til farmatúrar, og er tað ein nógv brúkt tænasta, tá ymisk arbeiði skal gerast á útoyggjum og øðrum oyggjum enn útoyggjum, eitt nú í sambandi við at flyta tólbúnað í sambandi við tunnilsarbeiðið.

Svar til spurning 3
Tað er ikki tørvur á at sigla fleiri farmatúrar til Skúvoynna, og tessvegna at økja kapasitetin. Nú Strandferðslan hevur eitt eykaskip, Erlu kongsdóttir, ber betri til at fyriskipa farmatúrar og leigutúrar, tí tað í størri mun slepst undan at taka annað skip úr sigling.

Strandferðslan hevur í eitt tíðarskeið samstarvað við privatan veitara um farmatúrar eitt nú til Skúvoyar, og hevur tað riggað væl. Tað hevur verðið gjørt, tá Strandferðslan í onkrum føri ikki hevur havt nøktandi kapasitet til at ført farmin.

Svar til spurning 4, 5 og 6
Kostnaðurin fyri ein farmatúr til Skúvoyar er ymiskur, alt eftir hvat skip siglir, hvussu langur túrurin er, siglingarleið, nøgd og slag av farmi og annað. Um talan er um óhandaligan farm, skal møguliga eykaútgerð umborð og kanska eykamanning.

Í tíðarskeiðinum 2016 - 2021 hava farmatúrarnir til Skúvoyar kostað millum 58 til 107 tús. kr. um árið. Í 2019 og 2020 var eingin farmatúrur.

Spurt verður, hvat tað kostar at tryggja Skúvoyingum ein farmatúr um mánaðin við tilkalling og at tvífalda túratalið. Strandferðslan metir, at ein farmatúrur við Sam til Skúvoyar kostar einar 79 tús. kr. At tvífalda túratalið kostar sostatt einar 158 tús. kr.

Av tí, at farmatúrar til Skúvoyar eru eftir tørvi, tað vil siga, at borgarar sjálvir bíleggja farmatúr, er í dag talan um eina skipan, ið virkar sum ein tilkalliskipan. Tørvur er ikki á fleiri túrum.

Svar til spurning 7
Strandferðslan fer at seta seg í samband við Sands kommunu, Skúvoyingar og Útoyggjafelagið, hvussu best er at skipa farmaflutningin eftir at Sandoyartunnilin er latin upp fyri ferðslu. Ætlanin er ikki at minka farmasiglingina til Skúvoy.

Tinganes, 13. oktobur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo