Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-047/2022 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni, um ábøtur á Skúlanum á Trøðni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at gera nakað við uttanduraøkið á Skúlanum á Trøðni við atliti til at stimbra kropsligu og sansaligu menningina hjá børnunum á skúlanum?

2. Er tørvur á ábøtum viðvíkjandi ljósi, ljóði og viðlíkahaldi annars innandura?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta neyðuga peningin av til dagføring av uttandura og, um neyðugt, eisini innandura økjunum, so at fysisku karmar skúlans verða dagførdir?

4. Er nøkur meting av, hvat ein møgulig dagføring av ávikavist uttan- og innandura økinum kostar?

Svar
Til 1: Útiøkini - 4 skúlagarðar - eru bara asfalteraði økir. Mett er, at 250 tús. kr. skulu til at gera hvønn av garðinum til ein stimbrandi skúlagarð. Á komandi fíggjarlóg eru settar av 300 tús. kr. til hetta endamál, og treytað av játtan á komandi fíggjarlógum, er ætlanin komandi árini at uppstiga alt uttanumøkið.

Til 2: Skúlin hevur húsavørðir í starvi og hevur saman við Landsverk raðfest viðlíkahald av bygninginum. Tekjan og vindeygu eru skift, og er skúlin bjálvaður umaftur, tí ikki var nógv hugsað um bjálving, tá skúlin var bygdur í 1976.

Sjálvsagt sæst aldur á einum bygningi frá 1976, men metingin er, at bygningurin er í góðum standi bæði innan og uttan og verður viðlíkahildin við verandi játtan, ið er til at gera tær ábøtur, sum treingja til, t.v.s. viðvíkjandi ljósi, ljóði og øðrum vanligum viðlíkahaldi.

Skúlin er vælhildin og ljóðdoyvingin er rímiliga góð.

Til 3 og 4: Skúlin á Trøðni hevur gjørt eina meting av kostnaðinum at dagføra skúlagarðarnar, sum er umleið 1 mió. kr. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru játtaðar 300 tús. kr. til endamálið.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo