Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Galdandi afturkalling hjá virkinum Sjógæti, umfatar nú eisini frystar kaldroyktar vørur pakkaðar í tíðarskeiðinum 05.10.2020 til og við 26.03.21 av tí at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.
Hvør er vøran?
Fryst kaldroykt vøra frá Sjógæti
Vøran kann vera seld undir søluheitinum Rinka
Pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 05.10.2020 til og við 26.03.2021
Hvar er vøran seld?
Vøran er seld í føroyskum handlum
Virkið, ið afturkallar
Sjógæti Sp/f Norðskáli
Orsøk til afturkalling
Sjógæti afturkallar frystar kaldroyktar vørur pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 05.10.2020 til og við 26.03.2021. Kanningar hava staðfest at Listeria monosytogenes er ávíst í nøkrum vørum í oktober 2020 og í marts 2021. Vandi er tí fyri at listeria monocytogenes eisini kann vera í aðrari vøru framleidd í hesum tíðarskeiði.
Vandi
Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Symptomini líkjast influenzasymptomum við fepur, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikum Sí meira um listeria í matvørum her
Ráð til borgaran
Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur har hon er keypt, ella burturbeina hana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo