Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Myndir og tekstur KJ: Ági, nýggja tvíkiljan, sum KJ hevur bygt til Arnalax í Íslandi, varð ígjár lyft um kaikantin í Runavík, og umborð á farmaskipið Hvítanes, sum stevndi út av Skálafjørðinum og setti kós ímóti Þorlákshöfn. Haðani verður hon silgd um Reykjanes, tvørturum Faxaflói og Breiðafjørð, og til Patreksfjørð, har tvíkiljan skal í vinnu og fær heimstað.

Tvíkiljan Ági er nýbygningur nummar 62 hjá KJ, og hon er 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Av maskinútgerð er hon m.a. útgjørd við tveimum John Deere motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, bógskrúvu og ein Himoinsa 115 KVA generator. Á dekkinum er ein 65 tonsmetur Palfinger krani, sum, saman við aðrari hydrauliskari útgerð, tryggjar góðar arbeiðsumstøður fyri manningina.

Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig á leiðini hjá KJ tá tað viðvíkur sølu uttanlands. “Vit hava fyri stuttari tíð síðani veitt eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku alivinnuna - hesaferð til Arnalax. Tvíkiljan, sum verður veitt til Arnalax, er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til Íslendsku alivinnuna. Vit eru til reiðar - og eru longu- ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi”, sigur Ólavur.

Íslendska alivinnan er í stórari menning og KJ veitir í løtuni útgerð og installatión til tvær smoltstøðir í Íslandi. Tann eina verður bygd fyri Samherja í Kópaskeri á Norðurlandinum, og tann seinna verður bygd fyri Háafell í Nauteyri á Vestfirðunum. KJ hevur í løtuni 15 starvsfólk knýtt at verkætlanunum í Íslandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo