Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað frøddi meg at hoyra  Elsebeth Mercedes og Steffan Klein Poulsen standa sum verjugarðar ófødda barnsins við pallborðið í útvarpinum 5. mars. Takk, at tit so manniliga vardu lívsborg ófødda barnsins.

Samstundis má eg siga, at eg harmaðist útsøgnina hjá øðrum, ið sótu við pallborðið, sum ikki untu ØLLUM føroyingum lívið, men søgdu vera til reiðar samtykkja framløgdu broytingar í lóg á tingi, ið ger tey óføddu í móðurlívi verjuleys upp til 12. viku, so loyvt skal verða at kvetta lívstráð teirra av við tingsins lógarheimild í hond.

Tá ið eg hoyrdi útsagnirnar hjá teimum, ið ikki himpraðust við gera seg til harrar yvir lívi teirra óføddu í móðurlívi, fór eg í huganum til vitjanir mínar í nazistisku týningarleguni Auschwitz í Polen. Eg sá fyri mær jødisk húski, sum vóru rikin út úr heimum sínum í Evropa og stúgvað inn í tokini, ið skuldi føra tey sum seyð til sláturs heystardag.

Er tað andi deyðans, ið er farin at gera um seg á løgtingi og í landsstýri: at gera barnið í móðurlívi verjuleyst fyrstu 12 vikurnar av byrjandi lívi tess?  Hetta minnir meg á eitt sjálvtøkuborð har veljast og vrakast skal eftir egnum ynski. Eg mótmæli hesum menniskjafíggindaliga uppskoti.

Vit hava ikki gloymt, at  løgmaður, í síni skilagóðu nýggjársrøðu staðiliga mælti til, at føroyskar kvinnur í burðaraldri fingu fleiri børn, tí ov fá børn verða fødd í landi okkara. At løgmaður so loyvir einum av hansara egnu landsstýrisfólkum at leggja fram eina lóg, sum gongur beint ímóti løgmansins tilmæli, er óskiljandi.

Eg las eina meting í donskum blaði nú ein dagin, at danska fólkatalið fer at minska við fleiri milliónum komandi árini. Eingin ivi kann vera um, at fría fosturtøkan í Danmark er ein av orsøkunum. Við frælsari fosturtøku verða færri herðar at bera samfelagið framá, sum kann fáa óbøtandi avleiðingar fyri land okkara.

Tað var júst hetta, sum løgmaður sipaði til í nýggjársrøðu síni, tí vandi er fyri at okkara væl uppbygda samfelag ikki fer at varðveita sama støði í framtíðini vegna minkandi burðartal.   

Gud gevi, at álvarsomu orð Jesusar um, at ”tað, sum tit hava gjørt einum av av hesum minstu......hava tit gjørt móti mær”, mugu ringja í oyrunum á teimum løgtingslimum, ið hava ætlað sær, at atkvøða fyri at kvinnur, við einari løgtingslóg í hond, kunnu geva at geva boð um at lívið hjá teirra egna avkomi skal verða avkvett í móðurlívi – upp til at fostrið er 12 vikur gamalt.

Lógaruppskotið er eitt óbótaverk og rænir lívsrætt teirra óføddu.

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo