Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Aimi Helbo er fødd í 1993 í Tórshavn. Í 1995 flutti Aimi til Danmarkar við familju og var hon búsitandi í Danmark til 2003, har hon og familja hennara fluttu aftur til Føroyar.

Aimi hevur lokið HH2 í 2013 og starvaðist eftirfylgjandi sum hjálparfólk í frítíðarskúla og sum stuðul hjá Barnaverndartænastuni.

Í 2016 fór Aimi til Roskilde at lesa námsfrøði.

Eftir loknað útbúgving starvaðist hon sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum í Danmark í tvey ár, áðrenn hon valdi at flyta heim til Føroyar.

Í dag starvast Aimi sum námsfrøðingur á serøkinum, sum námsfrøðingur innan ungdómsøkið og sum hjálparfólk á demensøkinum.

Spurd, hví Aimi stillar upp, sigur hon:

- Eg stilli upp, tí at menniskjað í Føroyum er blivið niðurprioriterað í ov langa tíð. Ung sum eldri. Skipanir lofta ikki børnum ið hava tørv á at blíva loftað. Kassin, ið børn skulu passa í, er blivin ov lítil.

- Foreldur, skúlar og onnur tilboð klára ikki at fylgja við. Børn við serligum tørvi verða slept upp á fjall og síðani út í samfelagið.

Víðari sigur Aimi:

- Eins og børnini, hava tey eldru ov vánalig kor. Tað skal fokuserast á menniskjað og ikki bert sjúkuna. Hettar eru fólk, ið hava livað eitt langt lív og hava verið við at skapa tað samfelagið, ið vit hava ágóðan av í dag. Tey skulu virðast.

- Menniskju hava hvør sína lívssøgu, hvør síni áhugamál og tað má og skal virðast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo