Airbnb herðir nú reglurnar fyri, hvat útleigarar kunnu biðja gestir gera, áðrenn teir fara avstað.
Frá 20. november skulu gestir sum meginregla ikki biðjast um at vaska upp og seta borðbúnað upp á pláss, taka seingjarklæði av ella flyta rusk burtur frá ognini. Hetta eru uppgávur, sum vanliga hoyra til reingerðina.
Útleigarar kunnu tó framvegis biðja gestir seta brúktan borðbúnað í vaskið, savna brúkt handklæði og skilja rusk í ávístar spannir innandura.
Airbnb savnar húsreglurnar í sjey standardbólkar. Aðrar áheitanir skulu vera rímiligar og sjónligar, tá gesturin bíleggur. Nýggj krøv kunnu ikki leggjast afturat seinni við boðum ella skeltum í bústaðnum.
Reglurnar galda fyri allar bíleggingar, sum verða gjørdar frá 20. november 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



