Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Seinnapartin í dag var samkoma í Meinigheitshúsinum fyri Aksel Jacobsen, sum bleiv 100 ára gamalur í dag. Hópur av fólki vóru samankomin at heiðra Akseli.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt í stuttari røðu, at tað var ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við Aksel og hansara avvarðandi, og tað takkaði hann hjartaliga fyri.

Borgarstjórin nevndi, at fólkið á Peturstrøð røkkur høgan aldur, fleiri yvir 100. Ongin ivi er um, at aldur snýr seg um arv og ílegur og hepni, men høgur aldur snýr seg eisini um tey mongu røttu val, ein tekur gjøgnum lívið.

- Halgabók lovar teimum at liva leingi í landinum, ið virða síni foreldur. Í Bíbliuni verður høgur aldur meira settur í samband við størri lívsvísdóm, heldur enn tað, at likamið eldist og ferst. Í Gamla Testamenti verður høgur aldur sæddur sum eitt vælsignilsi, sum altíð er knýtt at vísdómi.

- Í tínum lívsskeiði hava Føroyar ment seg søguliga nógv. Eitt tað fyrsta minnið eg havi um teg var, tá tú og Kjartan Nattestad sótu uppi hjá Demmusi og umvældu skógvar. Hesa tíðina keypti mann ikki nýtt, um tað var slitið - mann fór til skómakaran at leggja uppundir og bøta. Og avbera dugnaligir skómakarar vóru tit.

- Eftir tað komst tú at arbeiða hjá kommununi, har tú vart, líka til tú fórt frá fyri aldur. Mong minnast eisini góða samstarvið millum teg og Jóannes Guttesen og tær mongu og ógvuliga fínu steinsetingarnar, tit gjørdu um allan býin. Steinsetingarnar síggjast nógvar enn og dugnaligir vóru tit eisini at hegna og fríðka, eitt nú við Hoyvíkstjørn.

- Eisini hevur tú verið náttúrumenniskja burturav. At ganga millum bygdir hevur altíð verið ein bagatell. Tú hevur verið fjallmaður á Sundi í umleið hálva øld, og eisini gingið á fjalli í bæði Norðra- og Syðradali. Tú hevur havt vælhildna trøð og havt seyð – tey siga mær, at tú hevur røktað trøðna og seyðin fyrimyndarliga, men Edmund hevur staðið fyri flettingini.

- Mong minnast eisini, at tú og Johannes Álvheygg høvdu dreingjamøti í KFUM hvønn týsdag. Eg ivist í, um tað í hesum javnstøðutíðum hevði verið loyvt at haldið dreingjamøti. Men her fingu ómetaliga nógvir ungir óvitar eitt gott orð við á vegnum. Og tað mundi treingja til. Títt andaliga heim annars hevur verið í Meinigheitshúsinum.

- Sjómaður bleivst tú ikki. Onkur fortaldi mær, at tá tit onkuntíð vóru í fjørðinum sat tú meginpartin av tíðini við snørið og tosaði um, hvussu vakurt tað var í fjøllunum. So nógv longdist tær eftir náttúruni.

- Men einaferð fórt tú til skips. Tað var minniliga ferðin, tá Blikur fór yvir í Føringahavnina og á veg heimaftur rendi á eitt ísfjall og sakk. So tað lá kanska ongantíð í kortunum, at tú skuldi gerast sjómaður.

- Tú kanst minnast aftur á eitt lív við nógvum lívsroyndum og neyvum innliti, og hóast knoss og strev, so kanst tú halda 100 ára føðingardag í dag. Tú hevur upplivað nógvar hendingar og broytingar hesi árini. Og tú hevur við øllum arbeiði, sum tú, saman við tínum samtíðarfólkum, hevur útint, lagt ein stóran arv eftir tær, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

- Eg skilji á lagnum, at hóast tú nú býrt á Ellisheiminum, so fylgir tú væl við, hvat fyriferst á trøðni. Eg hoyrdi millum annað nú ein dagin, at ein av ungu monnunum í familjuni mátti bera tær eina mynd av brundinum hjá Sigvardi, so tú kundi síggja og góðkenna hann.

- Ótrúliga stuttligt at hoyra, at áhugin enn er har og at unga ættarliðið hevur virðing fyri tí.

- Aksel, eg fari eisini at ynskja øllum tínum avvarðandi hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast á Ellisheiminum og eru um Aksel, ynski eg eisini hjartaliga til lukku.

- At enda fari eg at at takka fyri, at eg varð boðin við, og Tórshavnar býráðs vegna skal eg ynskja tygum hjartaliga tillukku við stóra degnum, Harrans signing og alt tað besta í komandi døgum, segði Heðin Mortensen, borgarsjtóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo