Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á sjálvum alheims sosialráðgevaradegnum, týsdagin 19. mars, hátíðarhelt Sosialráðgevarafelag Føroya dagin við eini hugnaløgu í Mettustovu.

Karin Kjølbro hugleiddi um sosialráðgevarayrki og fortaldi frá starvsleið sínari sum sosialráðgevi innan fleiri økir.

Tað var áhugavert at hoyra hesa vísu kvinnu, sum hevur nógvar royndir, bæði innan sítt lívsstarv sum sosialráðgevi, umframt í politikki og í stríðnum fyri rættindum hjá kvinnum og minnilutabólkum, greiða frá.

Evnið á alheim sosialráðgevaradegnum í ár er ‘Tað góða lívið’.

Kjarnin í arbeiðinum hjá sosialráðgevaraum er leikluturin í at kunna hjálpa við til at fremja positiva broyting í lívinum hjá fólki, sum á ein ella annan hátt hava tørv á hjálp frá sosialu myndugleikunum.

Sosialráðgevarar hava útbúgving til at sameina vitan innan sosialar skipanir, sálarfrøðiligan stuðul og lóggeving.

Hendan vitan er neyðug, tá einstaklingar og familjur við eini breiðari viftu av avbjóðingum og trupulleikum hava tørv á sosialari hjálp.

Sosialráðgevarafelag Føroya ynskir at vísa á, at sosialráðgevarar eru ein týðandi fakbólkur, tá tað kemur til fyribyrging og arbeiðinum fyri tí góða lívinum.

At hava kunnleika til samanhangin er alneyðugt fyri at kunna veita røttu hjálpina rættstundis.

Alheims sosialráðgevaradagur er á hvørjum ári triðja týsdag í mars. 

Sosialráðgevara Føroya
Hallbjørg Lamhauge, forkvinna
Borgný Mohr
Petra Joensen
Hanna Krista Poulsen
Rúna Sivertsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo