Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Klumma/ Armgarð Arge: Í fjør á Grækarismessu komu tjøldrini - frælsi, fríði fuglurin, sum ber okkum vón um ljós og lív. Men fuglurin hevði ikki meir enn sett seg á klettarnar, tá koronu-skrímslið dagaði undan. Eitt ár er farið. Innflúgvingin hjá tjøldrunum er byrjað, ivaleyst eru “flapsarnir” komnir undan og oyggjarnar eru í eygsjón. Hvat ber tjaldrið okkum boð um í ár? Ein enskan variant?

Hetta seinasta árið hava vit lært nógv nýggj orð: sóttarhald, frástøða, spritt, maska og munnbind, verja, andevni, koppingarstøða, Moderna og Pfizer. Og vit hava bíðað, eru í støðugari bíðistøðu, tí vit eru skakaði í okkara grunnvølli. Hvør kundi hugmynda sær, at allur heimurin stongdi dyrnar? At so nógv fólk blivu sjúk og doyðu í friðartíð?

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo