Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frøoya Bjór hevur bryggjað eina alkoholfría bjór, ið bert inniheldur 25 Kcal pr 100 ml og minni enn 0,5 % vol.

- Alkoholfrítt bjór verður nógv drukkið í londum rundan um okkum. Eftir fleiri fyrispurningum, fóru vit í gongd við at bryggja og gera eitt íkast til hettar rákið. Frammanundan hava vit í nógv ár framleitt eina lætta og vistfrøðiliga bjór á 2,7 % vol, ið fæst til keyps í matvøruhandlunum, sigur Føroya Bjór.

- Tann alkoholfría bjórin er samansett við góðum malti og humlu og inniheldur fáar kaloriur. Bjórin skal drekkast køld og hóskar væl til føroyskan mat ella sum ein tostadrykkur.  

- Fyri at kalla bjórina alkoholfría, skal alkoholprocentið ikki vera hægri enn 0,5 % vol. Hendan nøgdin verður nevnd rest alkohol, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo