Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Almennur borgarafundur um skitsuupskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjøllbroyttur og grønur miðbýur” verður mikudagin 25. januar kl. 19 í Finsen.

Kommunan hevur ynski um at endurskoða miðbýarkjarnan í tann mun, at býurin verður tættaður við fleiri bústøðum og trivnaðarátøkum, sum fáa vitjandi at støðast, samstundis sum at sereyðkennini í miðbýnum verða varðveitt og styrkt.

Her verður serliga hugsað um at varðveita tær mongu smogurnar, ið binda býin saman, smáu og snøggu býarhúsini við mønutekju, umframt bygningar sum gamla Føroya Banka, Ebenezer, Kondittaríið, gamla Sparikassan, Ráðhúsið og Meiaríið.

Í mong ár hevur miðbýarkjarnin í Tórshavn verið merktur av nógvari bilferðslu. Bilurin tykist at hava fyrstarætt í býaarrúminum, og parkeringin fyllir nógv. Ein part av árinum hava vit tómar gøtur og eina so at siga lívleysa miðbýarkjarnu.

Tí mugu vit ásanna, at miðbýurin hevur tørv á neyvari ásetingum um virksemi, sum stuðlar undir at býurin gerst virkin alt árið. Okkara býarkjarna hevur tørv á at fóta sær og livna upp aftur. Sum almennur og fólksligur miðdepil, hevur miðbýurin tørv á miðvísari menning, har átøk støðugt eiga at fremjast, ið raðfesta trivnað, fjølgan og fjálgan.

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna latið gjørt skitsuppskot av miðbýarkjarnuni, har ymisk menningarátøk verða lýst. Til dømis verður raðfest at fáa fleiri bústaðir oman í miðbýin, at styrkja grøna dámin og at menna eitt trygt gonguumhvørvi.

Skitsuuppskotið skal skiljast sum ein langskygd ætlan, ið er gjørd við tí endamáli at vera hugsjónarligt grundarlag undir eitt nú broytingum av byggisamtyktini fyri økið.

Umframt at hendan ætlanin leggur dent á at styrkja ymisk viðurskifti í býnum, so sum klima, ljós- og skuggaviðurskifti, so hevur ætlanin sjálvandi eisini eina ávísa ávirkan á virkandi í býnum.

Hesi viðurskifti ynskir kommunan at kunna um á borgarfundinum nú mikudagin tann 25. januar í Finsen kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo