Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 23. oktober verður alment hátíðarhald á Dagstovninum á Hamrinum, nú útbyggingin er liðug. Tiltakið byrjar kl. 15.00.
Við útbyggingini eru fýra nýggjar vøggustovur við plássi fyri 48 børnum og tvær nýggjar barnagarðsstovur við plássi fyri 36 børnum komnar aftrat. Verkætlanin fevnir eisini um nýggjan køk, uttanumøki, leikugoymslu, parkeringspláss og annað.
Sp/f Búsetur hevur verið heildararbeiðstakari á verkætlanini
Til hátíðarhaldið bjóðar verkætlanarleiðarin vælkomin og síðani fara børnini at syngja.
Tey, ið bera fram røðu eru:
-
Elsa Berg, borgarstjóri
-
Annfinn Brekkstein, býráðslimur og fyrrv. formaður í mentamálanevndini
-
Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini
-
Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur
-
Sóley Samuelsen, leiðari á Dagstovninum á Hamrinum
Tórshavnar kommuna bjóðar sunkist, kaffi, te og annað ábit til tiltakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



