Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Avantgarde siga vit um okkurt, sum er øðrvísi enn tað etableraða. Listaliga er orðið er næstan synonymt við kollvelting. Eingin samanhangandi viðgerð av avantgarde finst á føroyskum. Spurningurin er kanska, um avantgarde finst í føroyskari list ella um rættilig avantgarde yvirhøvur er til í norðurlendskari list. Tey radikalu listaligu eksperimentini í 20. øld fóru fyri tað mesta fram í stórbýum í Europa og USA, men tey sóust týðiliga aftur í Norðurlondum, og einstakar framsýningar, verk og listaligar hendingar í Føroyum frá 1970’num og fram hava kanska havt í sær avantgardistisk eyðkenni uttan at vera avantgarde.

Fjórða og síðsta bind í søguni um avantgarde í Norðurlondum, A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, kom út í fjør. Útbúgvingin í listaligum arbeiði skipar í hesum sambandi fyri einum seinnapartsseminari, har Tania Ørum, sum er ein av ritstjórunum á stóra verkinum og lektari á universitetinum í Keypmannahavn, Johanna Drucker, professari á UCLA í Los Angeles, og Martin Glaz Serup, ph.d. og yrkjari, luttaka. Saman undirvísa tey á einum skeiði um avantgarde á Útbúgvingini í listaligum arbeiði í mai, og seminarið fer lutvíst at spretta úr undirvísingini.

Í fýra bind stóra verkinum eru tvær greinir um føroysk listafólk: ein grein um William Heinesen, sum Bergur Rønne Moberg hevur skrivað (bind 3), og ein grein um Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað (bind 4). Harumframt er ein grein um føroysk/danska listamannin, ið nevnir seg Goodiepal, sum Jacob Wamberg hevur skrivað (bind 4). Høvi verður at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.

Ætlanin við seminarinum er at kanna avantgarde sum listaligt hugtak. Spurt verður m.a., hvussu avantgarde sum rørsla og strategi hevur ávirkað og havt týdning í europeiskari og norðurlendskari list og skaldskapi, og um ein arvur eftir avantgarde sæst í samtíðarlist og t.d. í yrkingum í dag.

Um kvøldið verður eitt tiltak við performance og upplestri, har eisini lesandi á Útbúgvingini í listaligum arbeiði fara luttaka.

Mál: enskt.

Seminarið er alment og ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Seinnapartsskrá Kongshøll
Kl. 13.00 Bergur Djurhuus Hansen bjóðar vælkomin

Kl. 13.10 Johanna Drucker: Afterlife of the Avant-garde

Kl. 14.00 Tania Ørum: From Marginal to Horizontal Art History? The Case of the Avant-Garde in the  Nordic Countries

Kl. 14.50 Kaffisteðgur

Kl. 15.10 Martin Glaz Serup: Conceptual Writing and Avant-Garde Legacies in Contemporary Nordic Poetry

Kl. 17.00 Lív Maria Róadóttir Jæger ber fram endaorð og takkar fyri

Høvi verður at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.

Stutt lýsing av teimum trimum fyrilestrunum sæst sum úrtak her

Lýst verður við kvøldskrá seinni.    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo