Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KYN: Aftur í ár fer felagið Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.

Hetta er fjórða árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum kroppur, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.ø.

Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn í ár.

Í ár hevur Kyn valt at leggja størri dent á kynssjúkur, og hvussu tær kunnu fyribyrgjast.

Kynsjúkur eru mest millum ung, tølini fyri tilburðir av kynssjúkum eru høg, og avleiðingarnar kunnu vera álvarsamar. Kynssjúkur kunnu tó fyribyrgjast, um upplýsingin er nøktandi.

Fram móti Viku Sex hevur Kyn lagt høvuðsdent á fyribyrging og kynssjúkur við m.a. at gera eina almenna spurnarkanning um evnið og við ymiskum kunnandi tilfari á Instagram, TikTok og Facebook.

Skipað verður fyri almennum tiltakið hóskvøldið 9.feb. kl.19.00 í Perluni.

Evnið er fyribyrging og kynssjúkur.

Á skránni verður:

  • Framløga við Marini í Dali, lækna, um kynssjúkur í Føroyum og fyribyrging

  • Undirvísingarfilmur og átaksfilmar verða vístir

  • Úrslit av nýggju spurnarkanningini verða løgd fram av Christu R. Weihe.

  • Sofaprát við

    • Gunnhild Helmsdag, kommunulækni

    • Mariu Reynstind, Bachelor í atferðarvísind

    • Fía W. Poulsen, forkvinna í næmingaráðnum á Glasi

    • Eyðbjørg Gaard, útbúgvingarlækni hjá Landslæknanum

Møguleiki verður at keypa nýggju Kyn-taskuna.

Kyn bjóðar ókeypis Kaffi og køku.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo