Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Magistarafelag Føroya: Magistarafelagið skipar mikudagin 22. mars fyri almennum tiltaki um stytta arbeiðsviku.

Ein fær minni burtur úr arbeiðsorkuni hjá fólki. Hinvegin gerast fólk meira effektiv og framleiða tað sama ella meira. Hesar eru bert nakrar av grundgevingunum fyri og ímóti at stytta arbeiðstíðina.

Men hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við at stytta arbeiðsvikuna? Og hvat halda politiska skipanin, vinna og fakfeløg um henda spurning?

Í 2021 gjørdu Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, kanningina “37 tíma arbeiðsvika – fyrimunir og vansar” fyri Fakfelagssamstarvið.

Tiltak í Reinsarínum
Endamálið við tiltakinum er at geva luttakarunum innlit í hvørjir fyrimunir og hvørjar avleiðingar eru við einari 37 tíma arbeiðsviku, og hvørja ávirkan hetta kann hava á eitt nú strongd, sálarheilsu, javnstøðu og fíggjarviðurskifti. Eisini fara umboð fyri politisku skipanina, vinnuna og fakfeløg at skifta orð um at stytta arbeiðsvikuna.

Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelagnum, setir tiltakið. Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, greiða frá teirra kanning, og Rannvá Justinussen, HR-leiðari í Betri Trygging, tosar um, hvørjar royndirnar hjá teimum hava verið við styttari arbeiðsviku.

Síðani verður pallborðsfundur. Í pallborðinum vera Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Páll Nolsøe, Jan Otto Holm og Regin Berg.

Elisa Vang undirheldur í steðginum.

Tiltakið er ókeypis og verður í Reinsarínum 22. mars kl. 19. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo