Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heinesen.fo: Ikki er óvanligt, at fyritøkur lemjast av at missa allar sínar dátur, tá tær vera raktar av álopum frá teldusníkum. Tøknikorrespondenturin hjá Danmarks Radio, Henrik Moltke, sigur: “Tað er ótrúliga traumatisk og hart fyri tey, tað gongur út yvir.”

Føroyskar heimasíður hava eisini verið raktar av slíkum álopum, m.a. var heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen (http://heinesen.fo) rakt av einum sonevndum "ransomware" álopi síðst í august í ár. Heimasíðan mátti enduskapast heilt frá grundini, og er nústani fullfíggjað aftur.

Azero Cloud á húsagang av teldusníkum
Sum tað frættist í útvarpstíðindunum síðst í august í ár, bleiv danska fyritøkan Azero Cloud rakt av einum ‘ransomware’ álopi 18. august 2023, sum merkti, at fyritøkan misti næstan allar dátur á ambætarum sínum. Hetta rakti 3.700 kundar hjá fyritøkuni og teirra heimasíður, sum Azero Cloud var vertur fyri. Fyritøkan Azero Cloud varð sjálv rakt so meint, at hon fór á húsagang av hendingini. (Les meira her: https://www.dr.dk/nyheder/indland/al-data-forsvundet-i-ransomware-angreb-chili-klaus-har-mistet-alt)

Føroyskar heimasíður raktar
Eisini heimasíður hjá føroyingum vóru raktar, m.a. heimasíðan hjá Tórshavnar Manskóri og heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen. Í samrøðu við útvarpið 23. august í ár greiddi Elin Brimheim Heinesen frá, hvussu hetta ávirkaði virksemi hennara, at allar dátur hjá henni brádliga vóru strikaðar. Dáturnar kundu ikki endurstovnast, tí backup-ambætararnir hjá Azero Cloud vóru eisini raktir. (Lurta her: https://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=161775)

Elin Brimheim Heinesen noyddist at viðurkenna, at hon hevði mist alt – tvs. heimasíðu sína, sum hon hevði ment gjøgnum nógv ár frá 2008, umframt allar teldupostar frá 2005 og fram til august í ár. Har var einki annað at gera enn at finna sær annan heimasíðuvert, og síðani fara undir at endurskapa heimasíðuna frá grundini – í minsta lagi hundrað undirsíður við teksti, myndum, sjónbondum, ljóðfílum og øðrum.

Heinesen.fo endiliga endurskapt
Nú er Elin Brimheim Heinesen endiliga komin á mál við at endurskapa nýggju heimasíðu sína, ið kann síggjast her: http://heinesen.fo. Á heimasíðuni ber til at kunna seg bæði um professionellu og tónlistarligu yrkisleiðina hjá Elini, sett upp kronologiskt heilt frá barnsbeini fram til í dag við yvirlit yvir allar tónlistarligu útgávurnar hjá Elini. Umframt hetta og ymiskt annað kunnu fólk eisini kunna seg um F’LJÓÐ kvøldseturnar og stovukonsertirnar, sum Elin Brimheim Heinesen hevur skipað fyri síðani 2012, og hvussu til ber at bíleggja framførslur.

__________________________________________

Faktaboks:
Hvat er eitt “ransomware” álop?
Ransomware er samansett av orðunum "ransom" (loysipengar) og "malware" (illviljað forrit). Ransomware álop hava til endamáls at bronglað telduskipanir og soleiðis gera tær óatkomiligar fyri eigaran av skipanini og øðrum brúkarum. Teldusníkarnir krevja hereftir pengar frá teimum raktu fyri at lata telduskipanina upp aftur. (Kelda: http://kt-trygd.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo