![Tonik2](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/1/csm_tonik2_715abba208.jpg)
![Tonik1](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/b/csm_tonik1_bb33c96f8d.jpg)
![Tonik](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/1/csm_tonik_f8c6c2f1aa.jpg)

Tórshavnar kommuna: Í dag 12. mai fór fyrsta føroyska, altjóða KT-ráðstevnan Tonik av bakkastokki. Har er nógv á skránni! Spennandi fyrilestrar, básar, har fyritøkur vísa fram, workshops og ein pitch-kapping á la Løvens hule.
Tonik er fyri øll við áhuga fyri tøkni, íverksetan, list og mentan. Fólk í vinnuni, íleggjarar og vanlig fólk, sum bara hava áhuga í, hvat gongur fyri seg í Føroyum í dag, á altjóða pallinum.
Konseptið er eitt sindur sum at fara á tónleikafestival. Ein føst skrá, og eitt frítt val hjá áhoyrarum at velja, hvat tey hava hug at hoyra. Og so ganga og mingla fyri rest í óhátíðarligum umhvørvi.
Sí skrá og fá meira vitan á www.tonik.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo