Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Umhvørvisstovan: Veitst tú, at 2. februar er altjóða vátlendisdagur?

Mýrar og onnur vátlendi eru týdningarmiklar vistskipanir, eisini í Føroyum. Hóast vátlendi bert telja umleið 6 % av jørðini, verður mett, at  tey hýsa á leið 40 % av lívmargfeldinum í heiminum og at vátlendi goyma áleið ein triðing av øllum kolevni í heiminum.

Vátlendi…

 .. eru búøki hjá fugli og øðrum djóra- og plantusløgum

 .. eru týðandi kolevnisgoymslur

 .. reinsa vatn

 .. verja lond móti stormum og veðurlagsbroytingum

Sum liður í at røkja okkara skyldur sambært Ramsar-sáttmálanum, fór Umhvørvisstovan í fjør undir stóra arbeiði at skráseta vátlendi í Føroyum, m.a. fyri at hava eitt betri grundarlag fyri at verja og endurbøta oyðiløgd vátlendi.

Vátlendi eru eisini partur av arbeiðinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, t.d. í sambandi við samskipan av norðurlendska visjónsprogramminum Náttúruloysnir og Norðurlendska arbeiðsbólkinum fyri lívmargfeldi (NBM), sum Umhvørvisstovan hýsir.

 Les meira um RAMSAR her: https://www.us.fo/natturuvernd/

 Les meira um Náttúruloysnir og Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi her: https://www.us.fo/nordurlendskt-samstarv/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo