Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg vil leggja út við at siga, at tað er harmiligt og ørkymlandi, at eg til veljarafundin í Vestmanna í dag hoyrdi umboð frá Tjóðveldi siga, at námsfrøðiliga útbúgvingin skal umleggjast, so fleiri kunnu sleppa framat.

Námsfrøði er fakleiki. Fakleiki, sum er grundaður á at hjálpa børnum og at menna tey – serliga teimum, ið ikki hava tað líka lætt við at passa inn.

Tað er alt ov ofta ein tendensur at tosa niðrandi um námsfrøðingar og námsfrøðiligu útbúgvingina - hetta verður ofta tikið til, sum at man “bara ansar eftir børnum”.

Námsfrøðingar hava gjøgnumført sína útbúgving við tí fyri eyga at kunna veita eina fakliga og ítøkiliga hjálp til børn - tey ansa ikki bara eftir børnum, men tryggja, at børn, ung og vaksin fáa neyðugu førleikarnar at menna seg!

Útbúgvingin hevur krav um lokið miðnámsprógv - hetta skal sjálvandi varðveitast, tí vísindaliga og fakliga støðið skal haldast. Lættari atgongd elvir til verri førleikar - tað eri eg sannførd um. Treytin fyri at kunna fanga avbjóðingar hjá børnum í nóg góðari tíð, er, at man hevur førleikarnar at síggja tær, samstundis sum man veit, hvussu man loysir tær - hesar førleikarnar hava námsfrøðingarnir.

Vil man hava fleiri hjálparfólk, so kann man tosa um eina útbúgving til tað, men vilja vit hava fleiri námsfrøðingar, so skulu normeringar verða raðfestingin – hetta vilja eg og Sambandsflokkurin.

Tað er uppá sítt pláss, at politikkarar byrja at tosa námsfrøðingar upp, heldur enn at tosa teir niður.

Rósa Samuelsen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo