Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Handfaringin av málinum í Vestmanna skúla, sum byrjaði við stjórasetanini í september 2021, og kæruni frá lærarum um støðuna í skúlanum upp undir summarferiuna árið eftir, er dømi um, at myndugleikarnir, sum hava viðgjørt málið ikki virða fyrisitingarrættin, við ikki at hoyra allar partar í málinum, áðrenn samanumtøka og niðurstøða verður gjørd. Tað heldur formaður Føroya Lærarafelags. Hann harmast um, at vánaliga umrøðan skúlin fekk orsakað av handfaringini av málinum, hevur avleiðingar fyri tey, sum vóru rakt av málinum, og fyri fólkaskúlan sum heild. Lærarafelagið átalaði alt fyri eitt skeivu mannagongdina í opnum brævi til Undirvísingarstýrið, og gjørdi eisini Uttanríkis- og mentamálaráðið varugt við støðuna.

- Tað hevur stóran týdning, at felagið ger vart við týðiligar feilir og átalar, tá ið tað er neyðugt, so vit kunnu koma lærarum og skúlunum undan tílíkum støðum, tí vánaliga handfaringin av málinum hevur álvarsligar avleiðingar fyri tey, sum verða rakt.

Avleiðingarnar kunnu vera stórar. Talan kann vera um versnandi hug at vera til arbeiðis og vantandi orka og yvirskot at gera alt tað, tú skalt sum lærari. Tað kann eisini ganga út yvir samstarvið, sum eigur og má vera í einum skúla. Og í síðsta enda gongur tað eisini út yvir sálarheilsuna hjá teimum, sum eru partur í málinum, vísir Jacob Eli S. Olsen á.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo