Amerikanska bjargingartænastan sigur, at eitt øki við møguligum vrakrestum er funnið í kanningarøkinum, har leitað verður eftir horvna kavbátinum Titan.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Serfrøðingar kanna nú tað sum funnið er, sigur bjargingartænastan fyri Reuters.
Boðað verður eisini frá, at tíðindafundur verður klokkan 20 okkara tíð.
BREAKING: The US Coast Guard says a debris field was discovered within the search area by an ROV near the Titanic and experts within the unified command are evaluating the information https://t.co/HAZaBScElV pic.twitter.com/1phDZzS6M3
— Reuters (@Reuters) June 22, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo