Amerikanskur djóraaktivistur var tikin, tá ið hon fór ein túr á Reyða Torgið í høvuðsstaðnum í Russlandi.
Tann 34 ára gamla kvinnan greiddi løgregluni frá, at hon vildi vísa kálvinum miðbýin í Moskva, skrivar ríkistíðindastovan Tass.
Kálvin hevði hon keypt á netinum.
Hon var handtikin týsdagin, og hevur longu fingið sín dóm. Bótin var 20.000 rublar og skal 13 dagar í fongsul, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo