Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hann er helst best kendur sum trúfasti makkarin hjá Warren Buffet (h.m. á myndini). Saman eiga teir báðir íløgufelagið Berkshire Hathaway, sum teir hava stýrt við so mikið hepnari hond, at talan í dag er um helst best rikna og mest verda felag av sínum slagi í heiminum.

Í viðtali við CNBC sigur Charlie Munger, at heimurin er ikki drivin av grammleika men av øvundsjúku, sum serliga ungu ættarliðini eru meint rakt av.

- Øll hava tað minst fimm ferðir betri enn fyrr, men tað taka tey ungu bara fyri givið. Alt, tey hugsa um, er, at onkur annar hevur tað enn betri enn tey, og at tað er órímuligt, sigur Charlie Munger og leggur afturat, at hann ikki dugir at skilja, hví fólk ikki eru meira nøgd við tað sum tey hava, serliga tá hugsað verður um, hvat undanfarin ættarlið noyddust at taka til takkar við.

Charlie Munger sigur at hann sjálvur langtsíðani hevur fingið bilbugt við síni egnu øvund.

- Eg leggi onki í, hvat onnur eiga og hava. Og tað er í veruleikanum ein stórur partur av uppskriftini uppá, hvussu tú kanst liva leingi og vera glaður, sigur skjótt 99 ára gamli Charlie Munger.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo