Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

At tey brúka allar sínar kreftir til at øsa danir og onnur móti føroyingum, er skaðiligt virksemi.

Nýggjasta dømi er fosturtøkulógin.

Amnesti Føroyar savnar undirskriftir í Danmark og harvið øsa danir móti Føroyum.

Og Amnesti samanbóru Føroyar við Iran og Afganistan.

Sjúrður Skaale ger frágreiðingar fyri at øsa danir til at krevja broytingar í Føroyum.

Hetta er alt annað enn gagnligt arbeiði fyri umdømi føroyinga.

Lat tað verða sagt, at eg eri ímóti fríari fosturtøku. Haldi at føroyska lógin hevur virkað væl. Ikki forboð, men sakligar grundgevingar krevjast.

Hagtølini vísa eisini týðuliga, at í Føroyum er fosturtøkutalið millum tey lægstu í heiminum.

Men uttan mun til, hvat hvør meinar, so skulu føroyskar lógir gerast í Føroyum.

At biðja danir øsa seg og krevja av føroyingum hetta og hatta, er fyri tað fyrsta hjálparloysi og harafturat skaðiligt virksemi.

Sjúrður Skaale hevur eisini útmerkað seg í donskum miðlum m.a. í Makrelmálinum, Springaramálinum, Radaramálinum og viðurskiftunum millum Føroyar og Russland.

Hansara umrøða hevur sett okkum í ringt ljós og harvið skaðað Føroyar.

Vit mugu hava Fólkatingsumboð sum altíð verja Føroyar og føroyingar.

Tí má broyting í.

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo