Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

“Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera! ... Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í Páradís! ... Faðir í tínar hendur gevi eg anda mín!” (Lukas 23).

“Jørðin er góð, men gott er at eiga nakað betri á.” Soleiðis kundi verða tikið til á útoyggj, tá ið lívið hevði tað svárt, og deyðin við síni køldu hond tók burtur av. Deyðans hond er køld, og kuldin innaní okkum er kaldur.

Máliskan frá fólki á oyggj er um somu tíð sorgblíð og vónrík. Hon letur dyrnar inn í ævinleikan standa opnar, so nakað av vónríkari orku kemur til jarðar og lívgar syrgjandi.

Í orðunum sæst og hoyrist vónin sum logi, vónin um tað æviga lívið. At jørðin í allari sínari góðsku og í síni avmarkaðu tíð ikki er alt fyri tann, ið trýr. Jørðin er góð, men gott er at eiga nakað betri á.

Máliskan er í vælbornum gerandismáli ein fólkslig endurgáva av tí kristna boðskapinum. Virðingin fyri jarðarlívinum sum Guðs gáva er eyðsýnd. Jørðin er vælsignað, men trúgvin fevnir væl meira.

Vit trúgva á uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Í hesi trúgv liva vit lívið gerandis og heilagt. Í hesi trúgv virka vit og vinna til lívsins uppihald. Í hesi trúgv verða vit loksins løgd til hvíldar, tá ið skeiðið er runnið. Í hesi trúgv hvíla vit til uppreisnardagin sæla á evsta degi.

Við andlát og jarðarferð kemur okkum til hugs, at omanfyri skýggini er luftin altíð blá, svá danska songkvinnan Anne Linnet syngur. Avbjóðingin er, at tá ið ein av okkara kæru liggur lágt og fær boðini at fara, síggja vit valla ta bláu luftina fyri sorg, támi og sorta.

Sangurin um bláa himmalin verður við sjúku og lívlát sungin varisliga í virðing fyri teimum syrgjandi, teimum sjúku og í virðing fyri tí deyða. Í trúnni á Kristus er tað ljós handan támið.

Tá ið vit í trúnni eru stødd á Golgata langafríggjadag og síggja Jesus krossfestan, varnast vit, at sjálvt um krossurin stendur á jørðini, so er himmalin omanfyri krossinum opin. Omanfyri tí doyggjandi Jesusi er ein opin himmal, sum hvørki deyðaangist ella sálarkvøl megna at lata aftur.

Hvørki myrkur við setandi sól á miðjum degi ella náttúrunnar dimmi og sorti kundu lokað himmalin omanvert Jesu høvur.

Meistarin doyði, men himmalin var opin. Úr hæddini kom Harrans eingil við vón og styrki. Úr himlinum kom ein vælsignað megi, ið sæst aftur í teimum trimum kross orðunum, ið vit lesa hjá Lukasi evangelisti.

Hin krossfesti Jesus er í bøn fyri teimum, ið framdu deyða hansara. Hin doyggjandi biður Guð um at fyrigeva atsóknarmonnum sínum. “Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!”

Ein opin himmal gevur okkum tann møguleikan, at vit, ið mistaka okkum og synda á lívsleiðini, fáa náðir at biðja um og liva í fyrigeving syndanna. Ein opin himmal letur náði ganga fyri rætt.

Í evangeliunum er ein onnur fatan av lívinum og forløgum lívsins enn hin jarðliga, har talan er um eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn. Faðir fyrigev teimum.

Illgerðarmaðurin á krossinum lærdi at kenna máttin og kraftina frá himinsins hásæti, tá ið hann í sínum seinasta tíma møtti Jesu kærleika. “Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt.”

Illgerðarmaðurin ásannaði og sá, at kongur Jødanna var Kristus og frelsari heimsins. At síggja Jesus sum Guðs son og samstundis síggja sína egnu støðu og fátækt, – enda sjónin føðir bønina um grið og náðir.

Ein opin himmal svaraði bønini við tað sama: “Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í Páradís!”

Eisini tað triðja krossorðið hevur himmalin opnan, tá ið Jesus í deyðans tíma ákallar himmalska faðir sín. Sonur Guðs doyr, men faðirin í himli er á lívi. Hann er ævigur, hann er lívið og lívsins upphav, hann er kraftin í lívi teirra doyggjandi.

Ein opin himmal var yvir tí doyggjandi Jesusi. Hóast valdandi myrkur fekk jørðin bara lokað grøvina. Himmalin var framvegis opin, – bønin, lívsvónin og kraftin í uppreisn Jesu Krist.

Áðrenn sólin reis páskamorgun og boðaði frá, at lívið við Jesu uppreisn vann sigur á deyðanum, hoyrdust orðini: “Faðir í tínar hendur gevi eg anda mín! Og í tí hann hetta segði andaðist hann.”

Tað er júst hetta dýpið av andaligari fyrnd í Jesu sáttargerð, ið talsmaðurin ger livandi í hjørtum várum, tá ið vit á hvítusunnu fagna komu Heilaga Andans til jarðar.

Andin lívgar trúnna, lærir og mennir lívið. Guðs Andi andar á okkum, og vit liva, styrkna og vaksa. Amen.

Orðið: “Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan...” (Jóhannes 16,13).

Gleðiliga hvítusunnu!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo