Tvær tær seinastu vikurnar hevur Kapellið á LS verið umrøtt í miðlunum. Áhugavert at fólkið gevur hesum evni gætur. Tað er gott, at ljós verður varpað á viðkvom evni.
Biskupur er takksamur fyri tað fakliga arbeiðið, ið fólkið á LS ger við atliti at teimum doyggjandi og teirra avvarðandi. Dugnalig og nærløgd starvsfólk útinna samvitskufult sín gerning. Nógvar ríkar og svárar løtur við song teirra doyggjandi.
Biskupur hevur við atliti at hølisviðurskiftunum fult álit á leiðsluni á LS. Vit fara at finna loysnir saman.
Biskupur tekur atlit at øllum virkseminum í fólkakirkjuni og tí veruleika, at vit skulu vera til staðar saman við tí doyggjandi, áðrenn viðkomandi doyr. Júst hesi atlitini rúmast ikki í einum einføldum setningi.
Vit kunnu í hjáveru teirra avvarðandi boða teimum doyggjandi Guðs frið í Jesusi Kristi. Júst í samveruni áðrenn deyðan eru tey avvarðandi longu byrjað at arbeiða við sorgini.
Fólkakirkjan ynskir, at virðilig viðurskifti eru rundan um andlát og jarðarferðir. Svá vit fara um tey deyðu, virða vit lívið. Tað er alt avgerandi fyri ta kollektivu heilsuna í landinum, at spekt, sómi og skipað viðurskifti valda, tá ið vit missa ein av okkara kæru.
Kapellið á LS hevur verið stongt í 2,5 ár. Hesa tíðina hava einans tey avvarðandi og tey allar nærmastu verið til staðar, tá ið tann deyði verður sungin út til heimferð í sína egnu kirkju.
Løtan er innilig, vøkur og hjartanemandi, tá ið tey avvarðandi eru undir tryggum kørmum og ikki til almenna skoðan. Tey fáa loyvi at verða kedd og blíð, vónsvikin og beisk. Alt kann verða sagt, tá ið tey avvarðandi hava avgjørt, hvør er til staðar.
Eyðvitað hevur tænastan við einum jarðarferðarkapelli týdning, hóast tænastan lættliga kann flytast inn í kirkjuna. Løtan á LS er persónlig sorg, og her er tað skilagott, at tey avvarðandi fáa frið og náðir burturav at vera avvarðandi. Løtan í kirkjuni er almenn, og tann persónliga sorgin fær ein almennan karakter.
Nakað um sama mundið sum Kapellið stongdi, misti sjúkrahúspresturin skrivstovuna. Nú er hann yrkisliga heimleysur. Eingin skrivstova og einki andaligt rúm at virka í.
Fjøldin av fólki tosar einans um Kapellið sum liður í eini jarðarferð.
Talvið hjá biskupi fevnir nógv fleiri tættir, tí hann er arbeiðsgevari hjá sjúkrahúsprestinum, ið verkliga er vorðin heimleysur.
Biskupur tosar um eitt andaligt rúm, eitt kapell, ið er karmur um fjøltáttað virksemi, t.d. sálarrøkt við sjúku, sálarrøkt við andlát, gudstænastur og andaktir + innivist hjá sjúkrahúsprestinum til hansara virksemi.
Skrivstovan hjá sjúkrahúsprestinum hevur alstóran týdning fyri embætið, tí júst her fær sálarrøktin innivist. Presturin eigur at vera millum sjúklingarnar og fólkið. Presturin eigur at kunna taka seg burturfrá til serligar løtur saman við sjúklingum og teirra avvarðandi í lívi og deyða.
Sorg er eitt fjøltáttað fyribrigdi, og eingin sorg líkist aðrari. Sorgin er bæði persónlig og almenn, og vit mega varnast hesi bæði atlitini. Kirkjan er til fyri tey avvarðandi og almenningin.
Alment innlit er gott. Almenn skoðan svárar løtur við sorg, vreiði og angist er óheppin.
Sorg hins einstaka er ikki beinleiðis viðkomandi hjá almenninginum. Er talan um sállarrøkt viðkvæmar løtur við brádligum deyða, eigur løtan burturav at vera fyri teimum avvarðandi og teirra.
Svárar og viðkvæmar løtur hava ikki tørv á áskoðarum, ið eru longur burturi enn tey avvarðandi. Sjálv jarðarferðin er almenn eins og kórsetingin. Tað er nóg mikið, tykist mær. Í sorgin eru andsevnini avmarkað, og møðin vitjar.
Persónlig sorg og sorg í tí almenna rúminum eru hvør sítt. Vit kenna frá lærdómi og tænastuni líkleikan og munin. Vit kenna ta eymu og viðkvomu løtuna, tá ið kistan verður lokað.
Undirritað var sóknarprestur í 22 ár. Óteljandi ferðir hava vit eftir ynski teirra avvarðandi tikið lokið av kistuni, eftir at tann deyði kom í kirkjuna. Ja, enntá fleiri ferðir við atliti at somu jarðarferð. Ikki minst, tá ið vanlukkan rakti brádliga, og vit høvdu tørv á at siga farvæl.
Tað er ein sterk løta og ein frálíkur møguleiki at siga tað seinasta farvæl undir skipaðum og fjálgum kørmum í fólksins andaliga heimi. Einans tey allar nærmastu og tey, ið tey ynskja hjástødd.
Hesar løturnar í kirkjuni standa als ikki aftanfyri løturnar á kapellinum, tá ið kistan verður lokað.
Tað ræður um at kenna seg sjálvan og sína egnu styrki. Tað ræður um at síggja møguleikarnar og laga seg til umstøðurnar. Alt í samráði við tey avvarðandi.
Tey avvarðandi eru miðdepilin, tá ið talan er um andlát. Longur burturi eru atlitini til almenningin.
Vit – almenningurin – hava ríkiligan møguleika at sýna samkenslu við jarðarferðina og í døgunum aftaná. Tað tóma rúmið er veruliga tómt, tá ið friður legst yvir leiðið.
Gævi, at Harrin gevur okkum vísdóm. Amen.
Orðið: “Jesus feldi tár. Tá søgdu Jødarnir: “Sí, hvussu hann elskaði hann!”” (Jóhannes 11,35-36).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo