Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í dag varð FM í triathlon hildið í Tórshavn. Teinurin var tann sokallaði OL-teinurin, ið er 1.500m svimjing, 40 km súkkling og til seinast 10 km renning.

Ein kvinna og seks mans lutttóku.

Anida Johannesen bleiv sostatt meistari hjá kvinnum, við tíðini 3:08:40.

Hjá monnunum vann Magni Jóhansson Hansen sannførandi við tíðini 2:06:40, 7 minuttir framman fyri Bergtór Tórsteinsson, sum bleiv nr. 2. Bergtórur kom á mál við tíðini 2:13:40.

Gunnar Dahl Olsen kom á mál sum nr. 3 við tíðini 2:35:00.

Hinir tríggir vóru Torleif Thorleifsson (2:46:22), Eyðun Jacobsen (2:59:11) og Jákup Petur Eliassen, sum tíðanverri fekk trupulleikar við súkkluni, og tí ikki fekk gjøgnumført súkkluteinin.

Sersambandið fyri súkkling og triathlon

Tíðirnar kunnu síggjast her

Myndina hevur Lene Halgren tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo