Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, er deyður, 93 ára gamal.

Anker Jørgensen gjørdist formaður í danska Javnaðarflokkinum í 1972 og tók árið eftir við sum forsætisráðharri eftir Jens Otto Kragh.

Við undantak av einum tíðarskeiði frá 1973 - 1975 var hann danskur forsætisráðharri øll árini til 1982, tá hann fór frá.

Í 1987 fór hann eisini frá sum formaður í danska Javnaðarflokkinum, men hann sat kortini í Fólkatinginum líka til 1994.

Danir nevndu hann ofta "folkets Anker" tí hann onkursvegna hevði ein serliga tokka ímillum mong og fegin vildi vera ein vanligur dani samstundis sum hann var forsætisráðharri. Hartil gjørdi søga hansara eisini, at hann hugtók mong, tí hann var føddur inn í eina blóðfátaka arbeiðarafamilju, var foreldraloysingur longu sum fimm ára gamal, men endaði hóast tað sum ein av fremstu politikarum Danmarkar.

Í Føroyum og Grønlandi verður hann tó helst mintur sum ein av teimum meira treisku í røðini av donskum forsætisráðharrum. Tað var hann sum segði tiltiknu orðini um, at "undergrunden er ikke noget at raffle om" saman við eini hóttan um, at ognarskapur av undirgrundini av sær sjálvum samstundis merkti eina útmelding úr ríkisfelagsskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo