

Næsta sunnudag letur upp søluframsýning hjá Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn at røða.
Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 28. november 2021.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:
Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00
Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo