Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Almanna- og Mentamálaráðið: Í dag 7. november hevur verið hátíðardagur á Tvøroyri, nú Anna Poulsen hevur rundað  tey 100 árini. Dagurin varð hildin í dagtilhaldinum á Niðastulon á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, har nógv fólk hevði leitað sær at heiðra henni.

Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var farin suður í føðingardagin, og helt hon røðu fyri Onnu.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

 

Góða Anna

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur nú tygum, Anne Kathrine rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt!

Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.  Og av hjarta tillukku við stóra degnum.

Tygum eru fødd í 1923 í Porkeri, í grannalagnum í Hólinum, har foreldrini, Sørin Alfred Nygaard og Maren Margrethe Bech, kallað Greta, høvdu búsett seg. Í barnaheiminum hjá pápanum og heimbygdini hjá teimum báðum.

Her vuksu tygum upp, sum næst yngst av einum systkinaflokki uppá seks.

  • Elstur var Óli føddur 1914, og sum bleiv búgvandi í Porkeri.

  • Næstur kom Zacharias, kallaður Sakin, føddur í 1916 og kendur handilsmaður í Porkeri.

  • Elsta systirin var Kathrine Marie, kallað Mia, sum varð fødd í 1918 og búði í Klaksvík.

  • Næsta systurin Anna Elisabeth, fødd í 1921, búði somuleiðis í Klaksvík.

  • Og so kom lítli beiggin Sørin Meinhard í 1925, eisini hann búsettist í Porkeri.

Fleiri av hesum bæði kendi og minnist eg væl. Omman og abbin búðu í grannalagnum í Porkeri. Hiðani eru bara góð minni.

Tygum Anna byrjaði sum ung at arbeiða í fiski á Marknoyri í Vági. Higani fór tygum víðari og royndi tygum sum arbeiðsgenta hjá Hans Debes í Toftalíð í Vági.

Vert er at leggja til merkis, at eitt eyðkenni við Onnu er, at hon altíð hevur verið bæði ein sera sera fitt, og ein sera dámlig kona. Tað má sigast at vera  eina serliga vøggugávu, ið tygum hava fingið. Hetta sást longu á ungum árum.

Tí, sum arbeiðsgenta mást tú hava gjørt alt til lítar. Tey í Toftalíð í Vági vildu ikki av við hesa serligu arbeiðsgentuna. Tá tygum Anna boðaði frá, at ætlanin nú var royna aðrar leiðir, gjørdu tey ikki mætari, enn at bjóða lønarhækking úr 25 kr. til 50 kr. um mánaðin. Hetta var ikki hissini og játtaðu tygum sjálvandi, at vera verandi har hjá teimum, eina tíð afturat.

Tygum møtti manninum Gudmund Poulsen, ættaður úr Tvøroyri og tit gjørdust góð. Í 1951 giftust tit bæði, Gudmund var sjómaður og av raskastu trolmonnum. Sum brúður og brúðgommur fluttu tit bæði tí sjálvandi inn, í nýggj hús, á Sevmýru á Tvøroyri. Tíbetur fingu tit bæði nógv góð ár saman, aðrenn tygum lítla-jólaaftan í 1998 gjørdist einkja.

Saman fingu tit bæði døtur. Fyrst Sigruna, sum kom í 1954, hon gift við Mogens Petersen. Og tvey ár seinni kom Margretha, sum er gift við Reydar Hovland. Tey hava ríkað tygum við trimum ommubørn: Liljan, Anniku og Bodil, umframt at tygum eiga 6 langommubørn.

Sigrun og Margretha nutu gott av, at tygum Anna vóru heimagangandi til tær vóru vaksnar. Tá valdu tygum at fara í arbeiði hjá Niels Juul Mortensen á Tvøroyri. Har dámdi tær sera væl og gjørdi tygum eitt nú knettir har saman við góðum starvsfelagum. Seinni hevði Anna vaski arbeiði í skúlanum á Tvøroyri, til hon gavst at arbeiða úti.

Væl dámar tygum at fáa eitt hugnaligt prát og ikki minni at fylgja væl við  øllum tí sum fyriferst í gerandisdegnum. Tí er tað altíð ein góð løta, tá familju og vinum, eisini frá heimbygdini Porkeri, koma á gátt at vitja.

Samstundis er tað ein sannroynd, at Anna er sera familjukær. Familjan er hennara eitt og alt. Dótturin Sigrun, svigarsonurin Mogens og ommudótturin Liljan eru og vitja Onnu næstan hvønn dag.

At tygum hava stóran týdning fyri familjuna er eyðsýnt. Fyri nøkrum døgum síðan stóð soleiðis skrivað hjá á Facebokk hjá ommudóttrini Liljuni og langommudóttrini Sáru um tygum

“Okkara góði vinur, tú er okkara klettur ein vøkur stjørna, sum leiður okkum blint. Okkur vilja byggja á tíni virðir, tú er okkara fyrimynd, og nú nærkast av álvara til tú verður 100 ár”

Og so var ein vøkur mynd av tygum og føðingardagurin varð lýstur. Hetta eru vøkur orð at fáa. Orðini vísa tøtt familjubond, kærleika og virðing.

Nú kenni eg eitt sindur til Liljuna og Sáru gjøgnum elstu dóttir okkara, sum er vinkona Sáru. Serliga stendur dagurin fyri mær tá ið tær báðar gjørdist studentar fyri nøkrum árum síðan, og tygum sjálvsagt vóru við í skúlanum meðan vit bíðaðu uttanfyri í spenningi til tær komu út og fingu studentahúgvuna. So stóru lívsdagarnar í familjuni hava tit verið saman um. Tað er ríkidømi.

Eisini dótturin Margretha, sum býr í Egersund í Norra, vitjar javnan heim til Føroyar. Eitt skifti var Anna í Norra og vitjaði dóttrina og svigarsonin í 4 mánaðir, hetta dámdi henni eisini sera væl og hon greiðir ofta frá um ta vitjanina.

Líka til seinasta ár megnaði tygum, sum 99 ára gomul, at búgva einsamøll heima í húsunum á Sevmýri. Tá, í august 2022, flutti tygum higar á Ellis- og Røktarheimið. Og her hava tygum trivist sera væl og kenna tygum so væl heima her. Og eg skilji á lagnum, at tygum meira enn so taka eina hond í her á heiminum. Hjálpsemi og arbeiðssemi liggur í.

Og í dag heiðra vit hundrað ára føðingardag tygara, og fari eg at enda við at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og takki fyri meg.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo