Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Herfyri boðaði ein av profilunum í Tjóðveldi, Beinta Løwe, frá, at hon kortini ikki vil stilla upp fyri Tjóðveldi, og hóast hon sjálv ikki hevur viljað sagt tað alment, so er tað vorðið greitt, at avgerðin hevur samband við, at Annika Olsen er komin á listan av valevnum hjá Tjóðveldi.

Beinta Løwe er sjálv ein av profilunum í føroyska lgbt umhvørvinum, men aðrastaðni í umhvørvinum verður nú stuðul veittur Anniku Olsen í síni uppstilling.

Sonja Jógvansdóttir, sum sjálv er ein av profilunum í umhvørvinum, skrivar á facebook at hon stendur aftanfyri Anniku í hennara horni í boksiringinum, við tilsiping til stórar ósemjur, sum áður hevur verið frammi teirra ímillum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo