- Á uppstillingarfundi í dag hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag varð avgjørt, at eg saman við øðrum góðum kreftum veri á Tjóðveldislistanum til løgtingsvalið.
Soleiðis skrivar Annika Olsen á facebook í kvøld.
Leysasøgur gingu í farnu viku um, at Annika Olsen, sum hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum, var á veg upp í Tjóðveldi, men hvørki flokkurin ella hon sjálv fingust at vátta leysasøgurnar.
Í kvøld gjørdist tað so alment, eftir uppstillingarfundin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag í dag.
- Abbi mín, Karl Olsen og Erlendur Paturssson vóru allar bestu vinmenn til tað síðsta. Í 1948 heitti Erlendur Patursson á abba mín um at stovna Suðuroyar Tjóðveldisfelag, har Erlendur eisini á fyrsta sinni stillaði upp. Ivaleyst hava hesir bæðir havt ein leiklut í hesum leikinum, sum nú er leiktur, at saman er runnið okkara millum aftur.
Far til facebookvangan hjá Anniku Olsen her
KvF skrivar, at hesi 13 eru stillað upp fyri Tjóðveldi í Suðurstreymoy:
Hervør Pálsdóttir
Bjørt Samuelsen
Anita á Fríðriksmørk
Annika Olsen
Jensina Olsen
Liljan Weihe
Trina Eysturoy
Erling Eidesgaard
Jón Kragesteen
Ronnie Thomassen
Høgni Hoydal
Høgni í Stórustovu
Magni Arge.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo