

Aftaná eina langa og sera umstrídda tilgongd innanhýsis í Fólkaflokkinum og aftan á drúgva umhugsunartíð, havi eg í dag valt at fráboða, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum.
Seinastu 21 árini hava eg og fleiri við mær, herímillum Christian F. Andreasen, Heðin Zachariasen, Brandur Sandoy og Sólvit Nolsøe umframt saman við umboðum í Havnar Framburðsfelag og nú fyrrv. formanni i Huxa, miðsavnt arbeitt fyri teimum aðalhugsjónum, ið mynda stevnuskrá Fólkafloksins og fyri, at Fólkaflokkurin kann vera ein rúmligur flokkur við pláss fyri ymiskum áskoðanum.
Hesir persónar hava, eins og fleiri undan teimum, lagt frá sær.
Eg havi ikki neyðuga uppbakningin ímillum ting- og landsstýrismanningina, sum reelt stýrir flokkinum, til at fremja tann politikkin, sum eg og onnur við mær hava ynskt fyri Føroyar.
Eg vil av øllum mínum hjarta takka teimum, ið hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini og teimum, sum saman við mær í Fólkaflokkinum hava arbeitt miðvíst fram ímóti einum frælsum, framkomnum og sosial liberalum samfelagi.
Annika Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo