Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mikukvøldið 18. mai fer Anton Petersen at introdusera og vísa filmin Balada í Filmsfelagnum. Sýningar felagsins eru í Havnar Bio.

Balada er gjørdur í Sarajevo á bosniskum máli og hevur føroyskan undirtekst.

Um filmin sigur Anton: - Hetta er síðsta kvøldið í íbúðini hjá einum pari, áðrenn tey fara hvør til sítt morgunin eftir. Eftir kanning av íbúðini er greitt, at ábøtur eru neyðugar, um tey skulu sleppa undan at rinda fyri umvæling. Hóast neyðugu ábøturnar eru smáar - at vaska burtur ein plett á vegginum, beina burtur eitt klædnaskáp og rudda íbúðina - er uppgávan møtumikil orsakað av kensluligu strongdini av at fara hvør til sítt.

Anton hevur í 3 ár gingið á Film Factory í Sarajevo, har hin víðagitni Bela Tarr er fakultetsleiðari. Hann sigur soleiðis um skúlan:

- While there are more and more images everywhere around us, paradoxically, we perceive the increasing devaluation of this beautiful language every day. It is in this context that we are seeking to demonstrate, emphatically and convincingly, the importance of visual culture and the dignity of the image to the coming generation of filmmakers. Our aspiration is to educate mature filmmakers who think responsibly, with the spirit of humanism, artists who have an individual outlook, an individual form of expression and who use their creative powers in the defence of the dignity of man within the reality that surrounds us. Probing questions concerning our outlook on the world and the state of our civilization must impact the work of the new programme of doctoral studies in Sarajevo.

Myndirnar av Anton, leikarum og upptøkuliði í traktori eru tiknar í Nólsoy í 2009, tá teir tóku upp stuttfilmin Skýming.

Anton og Rógvi Rasmussen, sum er høgra hond og kameramaður, vóru í mentanarsendingini Grindin í gjárkvøldið. Sendingin sæst her

Filmurin Balada, sum varir 61 minuttir, verður sýndur mikukvøldið 18. mai kl 20 í Filmsfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo