Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyar live: Er sól í Vestmanna? Man tað vera mjørki í Vágum? Ella er tað í dag, at tú endiliga skalt vitja Kallsoynna? Hetta er alt spurningar um veður og vind.

Vit fáa ikki gjørt veðrið betri, men vit kunnu vísa tær veðrið, og tað gera vit við okkara nýggju app og heimasíðu føroyar.live, ið ger, at tú ikki longur nýtist at ivast.

Vit hava sett hágóðsku vevmyndatól upp kring landið og samlað alt á okkara app og heimasíðu, ið er tøk frá í dag. Tú kanst sostatt síggja við egnum eygum, hvussu veðrið er, har tú ætlar tær, ella hvar í Føroyum veðrið er gott í dag.

Føroyar Live hevur gjørt samstarv við føroysku veðurstovuna, soleiðis at veðurforsøgnin altíð er tøk á heimasíðuni og appini, og ætlanin er, at samanbera tøknina frá vevmyndatólunum við veðurdata, og soleiðis at fáa neyvari veðurforsøgnir í Føroyum í framtíðini.

Sambært Hagstovu Føroya eru tað 118 bygdir og býir í Føroyum. Málið við verkætlanini er avgjørt at øll støð skulu vera við í føroyar.live, umframt serstøð, sum vit velja í samstarvi við Visit Faroe Islands.

Umframt at vísa hágóðsku vevmyndir av øllum Føroyum á einum stað, varpa vit ljós á tey smærru støðini í Føroyum, og at fáa føroyingar og ferðafólk at vitja fleiri støð í Føroyum, enn tey mest vitjaðu.

Verkætlanin er komin í lag í samstarvi við kommunur og almennar aktørar í Føroyum.

Vit fara at deila filmar og støð og vera sjónlig á sosialu miðlum í alt summar. Vit fara at varpa ljós á, hvat er stuttligt at gera fyri eina familju á Toftum ella Rituvík, og hvat kundi verið ein upplagdur gongutúrur í Klaksvík ella Vági og nógv annað.

Til ber at heinta appina á Apple App Store ella á Google Play ella vitja heimasíðuna á føroyar.live

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo