Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tvær ferðir hevur filmurin um 100 ára søguna hjá Havnar Arbeiðsmannafelag nú verið vístur fyri fullsettum sali í Havnar Bio.

Filmurin snýr seg um ta mangan dramatisku søguna hjá arbeiðsmannafelagnum frá tí, at tað varð stovnað í 1916, til tað hátíðarhelt 100 ára dagin í 2016.

Havnar Arbeiðsmannafelag gekk mangan á odda á arbeiðsmarknaðinum, og ofta stóð nógv á, eitt nú í sambandi við hørð verkføll í 1922, 1943 og 1951.

Filmurin, ið ber heitið "Stríðsmenn í Havn", lýsir eisini nýggju tíðina, m.a. vinstraradikala rákið í 70'unum og verkføllini í 80'unum og í 2001 og 2003.

Í Havnar Bio í kvøld vóru fleiri kend andlit og hugdu. 

Á myndini síggjast Kemm Poulsen og Birgar Johannesen saman við Helga Eidesgaard, sum hevur skrivað bók um felagið, Hans Joensen, formanni, Monradi Kjelnæs, skrivara, og Una Arge og Hans Peturi Hansen, sum hava gjørt filmin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo