Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í sambandi við grein í gjár í norskum miðlum, sum eisini var endugivin á VP, so vóru 8000 fráboðanir um álvarsom hjáárin av koronavaksinuni í Noreg.

Av tí sama spurdi VP landslæknan, hvussu støðan er í Føroyum hesum viðvíkjnadi, og landslæknin Lars Fodgaard Møller svaraði beinanvegin, at landslæknin hevur ikki fingið eina tí einastu fráboðan um hjáárin av vaksinasjón við koronavaksinu.

Sami spurningur varð settu landsapotekaranum, Hjalta Gunnarstein, sum svarar, at sær vitandi, er ongin skipa fráboðan um hjáárin av koppingarevnum.

- Tað er Landssjúkrahúsið, ið hevur ábyrgdina av koppseting. Vanliga verða allar fráboðanir frá kommunulæknum gjørdar umvegis donsku fráboðanarskipanina, sigur landsapotekarin.

VP hevur eisini sent Heilsumálaráðnum sama spurning, men ikki fingið svar enn.

Annars upplýsur landsapotekarin fyri VP, at arbeitt verður við eini fráboðanarskipan um hjáárin í Føroyum.

Les eisini:

8000 fráboðanir um álvarsom hjáárin av koronavaksinu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo