Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-007/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um óhóskandi umstøðurnar á Fjálgulon.

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Heldur landsstýriskvinnan, at umstøðurnar í Fjálgulon eru nøktandi fyri búfólk og starvsfólk?

2. Hví er arbeiðið at umvæla Fjálgulon ikki farið ígongd?

3. Nær verður farið undir arbeiðið, og nær kann arbeiðið væntast liðugt?

4. Hvørjar umvælingar og ábøtur er ætlanin at gera í Fjálgulon?

5. Eru pengar tøkir til umvælingararbeiðið?

6. Hvørjar eru ætlanirnar annars fyri tey eldru sálarsjúku, sum búgva í Fjálgulon?

Svarað verður øllum spurningunum undir einum:

Umstøðurnar á Fjálgulon, sum húsast á Eirargarði 14 B, eru ikki nøktandi um samanborið verður við bústaðir, sum verða bygdir í dag, hvørki fyri tey, sum búgva har ella fyri annan málbólk innan almannaøkið.

Ætlanin at dagføra Fjálgulon, er lík henni, ið er gjørd á Eirargarði 16 A, 16 B og 14 A, og fevnir m.a. um vátrúm, nýggjan køk, vesi innbúgv, gólv álegging, akustisk regulera loft, mála veggir, hurðar, vindeygu og nýggjan ljóssetning við nýggjari stýring, ABA, dagføring av netverki, atmosfærisk inniklima (airmaster og duka), HVS, serliga frárenningar og annars atkomuviðurskifti og trygd.

Til hesa dagføring eru settar 3,1 mió. kr. av og peningur er tøkur til endamálið.

Í sambandi við arbeiðið “Í góðum hondum”, samstundis, sum at Sambýlið í Reynstúni eftir ætlan verður liðugt á vári 2024, skal støða takast til, hvat Eirargarður frameftir skal nýtast til.

Tí varð mælt til at steðga á við dagføringini av Eirargarði 14 B til støða er tikin til hendan spurning.

Í løtuni umhugsar landsstýriskvinnan, hvussu framtíðar Eirargarður skal verða, og verður spurningurin umrøddur við avvarðandi partar – eisini búfólkini á Fjálgulon.

Meðan hesin spurningur verður umrøddur, er fyribils steðgað á við ætlanini at dagføra Eirargarð 14 B.

Í bóklinginum “Í góðum hondum”, hevur Almannaverkið lýst væl, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman og hvussu raðfestast kann verða í sambandi við bygging av vardum bústøðum.

Landsstýriskvinnan heldur tað vera natúrligt, at Eirargarður í síni heild verður tikin við í hesa ætlan, og tí er arbeiðið við at umvæla Fjálgulon ikki farið í gongd enn.

Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo