Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur lagt til rættis eina nýggja og meiri umfatandi hagtalsgreining av dátum hjá stovninum. Greiningin fevnir sum nú er um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinri eisini at fevna um hagtøl frá t.d. eftirlitsvirksemi. 

Gamla skipanin kundi einans greina dáturnar út frá á kyni, skaðaári og vinnugrein. Við nýggju skipanini ber til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum, t.d.:

- Skaðaár
- Kyn
- Aldur
- Starvsaldur
- Vinnugrein
- Slag av skaða
- Skaðaháttur
- Arbeiðsuppgáva, tá ið óhappið hendi
- Útbúgvingarstig
- Nær í arbeiðstíð óhappið hendi
- Tjóðskapur

Eftir tilmæli frá Hagstovuni er vinnugreinabýtið í skipanini sett upp eftir evropeiska NACE leistinum og útbúgvingarflokkingarnar gjørdar eftir ISCED leistinum hjá UNESCO. Ymiskar aðrar flokkingar eru gjørdar eftir sama leisti sum hjá øðrum norðurlendskum arbeiðsumhvørvismyndugleikum, soleiðis at føroysku hagtølini um arbeiðsóhapp nú í nógv størri mun enn áður kunnu samanberast við hagtølini frá norðurlendsku grannalondunum.  

Higartil ber til at gera greiningar yvir arbeiðsóhapp, sum eru fráboðað myndugleikanum í 2019 og 2020. Hagtølini frá árgangunum 2010-2018 verða væntandi tøk seinni í ár

Fyri at gera hagtølini atkomulig, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ment ein hagtalsportal á heimasíðuni hjá stovninum www.arb.fo/424.

Á hagtalsportalinum ber til at gera ymiskar greining av arbeiðsskaðahagtølum.

Hagtøl av hesum slag eru avgerandi fyri, hvussu Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar virksemið við eftirlitum og øðrum fyribyrgjandi átøkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo