Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í januar var arbeiðsloysið 1,0%, ið svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 1,0% í januar, ið svarar til knappliga 286 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 345 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,5% í januar í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.

Í januar var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnum og 0,9% hjá kvinnum. Sama mánað í 2020 var tað 1,4% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Í januar vóru 17,4% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 9,4% langtíðararbeiðsleys.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo