Tórshavnar kommuna: Hóskvøldið 20. juli verður farið undir at rigga arbeiðsøkið við Havnará av.
Í hesum sambandi verður Niels Finsens gøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vaglið frá hóskvøldinum 20. juli kl. 22 til fríggjadagin 21. juli kl. 12.
Eisini parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið er stongt, meðan arbeiðið fer fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo