Vel av einslistum tínar bøkur og tínar vinir - fáar og góðar
- Samuel Johnson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vel av einslistum tínar bøkur og tínar vinir - fáar og góðar
- Samuel Johnson
Bloggur

BirkBloggur: Gomlu Canon myndatólini og linsurnar eru lagdar burtur eitt bil, tí fartelefonin er myndatólið, tú altíð hevur í lummanum. Google og Apple kappast so hart um at goyma myndirnar, at fyri frið skyld velji eg báðar.

Eftir stendur, at hetta er hentasta og kanska besta kamera, júst tí, at tað altíð er við hondina.

Nú árið rennur út, havi eg funnið fleiri enn trýhundrað myndir, eg haldi vera góða.

Men alt við máta.

Úr rúgvuni havi eg í tíðarrøð valt nakrar ársmyndir, eg sjálvur haldi vera verdar at steðga við á blogginum, innan vit sleppa árinum. Byrjað verður fyrsta dagin í árinum, tá kubanski presturin, Felix, keypir eina motorsúklu og sendir mær ein film um nyttuna í føroyskt fíggjaða keypinum.

Eitt sindur av teksti er afturvið myndunum, ið ikki bara lýsa film, matgerð og tónleik, men eisini ein túr í skannaran í Klaksvík, sum í Sjúkrahúsbrekkuni elvir til ein tekst, eg eri farin at kalla innkókaðan.

Góðan lesihug - í myndum og teksti!

Far her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #