Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

TUTL: 2023 var eitt serliga spennandi og gevandi ár í Tutl, og tí hildu vit tað vera sera áhugavert at samla tøl saman, soleiðis at vit og tit betur kunnu síggja heildarmyndina og gleðast saman við okkum!

Útgávurnar hava verið fleiri enn nakrantíð og tónleikarar í Føroyum hava havt nógv at gera. 

Vit hava útgivið í alt 138 útgávur í ár, við 68 ymiskum listafólkum. 

Tað eru 11,5 útgávur um mánaðin í miðal. 

Av hesum 68 listafólkunum vóru tað 17 sum góvu út fyri allar fyrstu ferð. 

Hetta fegnast vit sjálvandi um og restin av Føroyum við okkum.

Eitt sera aktuelt og týdningarmikið evni kring heimin hevur verið javnsetan av kynunum innan tónleikavinnuna. Hetta arbeiða festivalar, feløg og aðrar felagsskapir við, altjóða, við at fokusera uppá stimbrandi workshops, panel tjak og annað, sum gevur fleiri kvinnum møguleikan at mennast og tora betur. Í Tutl vóru 26% av teimum útgevandi, kvinnur (18 út av 68).

Vit vóna at síggja hetta talið veksa í næsta ár og fara at gera okkara part, fyri at síggja tað henda.

Føroyska málið er nakað, sum vit hava sæð nógv til í okkara útgávum hetta árið.

Útav øllum 138 útgávunum vóru 87 av teimum á føroyskum! Tað eru 7 og ein hálv føroysk útgáva um mánaðin!

Onkuntíð skal tónleikurin eisini tala fyri seg. Í 2023 vóru 13 instrumentalar útgávur í ymsum sjangrum útgivnar (klassiskt, jazz, elektroniskt).

Vit hava útgivið 107 stakløg og 31 heildarútgávur, har 20 av teimum komu út sum fysiskar fløgur/plátur: 10 LP, 5 CD og 5 LP+CD. 

Afturat øllum tí nýggja, hava vit eisini havt tí frægd at endurútgeva/digitalisera 3 útgávur, og ímóti endanum av 2023 hava vit eisini útgivið 7 jólaløg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo