Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Suðuroy: Árligi, væl umtókti jólamarknaðurin á Tvøroyri, verður á Seglloftinum sunnudagin 26. november, frá kl. 14:00 – 20:00.

Øll árini hevur jólamarknaðurin verið sera væl vitjaður. Tey luttakandi gera altíð nógv burturúr og til ber m.a. at keypa sær heimagjørd pløgg, súltutoy, góðgæti, smúkkur, jólaprýði og mangt, mangt annað. Hugnaliga Seglloftið er eisini vakurt pyntað til høvið.

ÓVANLIGA STÓRUR ÁHUGI FYRI AT LUTTAKA
Undirtøkan hevur altíð verið góð, tá tað snýr seg um at fáa fólk til at bjóða seg fram til at selja okkurt. Í ár er tað tó óvanliga stór undirtøka, tí heili 17 borð eru umbiðin. Hetta er sjálvandi at gleðast um og vit vóna at fólk fara at valfarta oman á Segllofti í stórum tali.

Almenna jólatræshaldið í miðbýnum er eisini sama dag, kl. 16, og tí er upplagt at vitja Seglloftið antin áðrenn ella aftan á hugnaligu løtuna við jólatræið.

Hjartaliga vælkomin á jólamarknað!”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo