At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Brúkaraprístalið er vaksið 4,4 prosent seinasta árið. Tað eru matvøruprísirnir og hækkandi rentur, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin, meðan lægri prísur á brennievni tálmar vøkstrinum.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í ár.

Tað er prísvøksturin á matvørum og hækkandi renturnar, sum hesaferð draga prísvøksturin upp. Ein onnur orsøk til hesa samlaðu broytingina er príslækkingin á brennievni, ið er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluútreiðslunum til upphiting av bústøðum og sum brennievni í flutningi. 

Framvegis prísvøkstur í mestsum øllum høvuðsbólkum
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Hóast inflasjónin er minkandi, so er framvegis vøkstur í øllum høvuðsbólkum uttan bólkinum 'flutningur'. Prísvøksturin er nú á sama stigi, sum hann var í februar 2022. 

Prísirnir á mati hækkaðir góð 11 prosent
Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum er stívliga 11 prosent.

Prísirnir á matvørum hækka framvegis, tó við minni ferð enn teir hava gjørt seinasta hálvtannað árið. Frá februar til mai eru prísirnir á matvørum hækkaðir 1,4 prosent. Príshækkingarnar á matvørum hava annars ligið millum tvey og næstan fýra prosent hvønn ársfjórðing síðani februar 2022.

Um hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga er prísurin á grønmeti, ið er hækkaður nógv síðani februar. Grønmeti er vorðið góð seks prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Frá november 2022 til februar 2023 var tað annars fruktin, sum gjørdist dýrari. Árligi prísvøksturin á grønmeti er næstan 18 prosent, meðan prísurin á frukt er hækkaður 15 prosent. 

Prísirnir á olju, smør og margarini, eru eisini hækkaðir óvanliga nógv seinasta árið, men nú eru teir á sama stigi sum í februar.

Prísurin á breyði og øðrum vørum úr korni hækkar framvegis. Tað er serliga rís og mjøl, sum er vorðið dýrari síðani seinastu uppgerð. Breyð og kornvørur, sum rís og mjøl, er dýrkað góð 12 prosent seinasta árið. 

Fiskur er vorðin lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldunum at keypa sammett við hinar matvørubólkarnar seinasta árið. Prísurin á fiski er vorðin góð seks prosent dýrari frá mai 2022 til mai 2023, sum er ein lakari prísvøkstur enn á øðrum matvørum.

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð 7 prosent. Eisini eru drykkjuvørur hækkaðar í prísi. Árligi prísvøksturin á kaffi, te og kakao er meira enn 21 prosent. 

Rentugongdin ávirkar prístalið
Tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Hóast renturnar framvegis hækka, eru samlaðu býlisútreiðslurnar lækkaðar frá februar til mai við einum prosenti. 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo